Petti Fyri Petti Eivør Pálsdóttir

Tekst piosenki

  • Tekst piosenki Redakcja
Tá tú ert nær eri eg nakin
Fái ei fjalt míni arr
Tú límar meg saman petti fyri petti
Til einki er eftir brotið.

Tá tú ert nær fái eg eitt andlit
Og gríman eg gjørdi mær dettur av
Tú skoðar ígjøgnum búnan eg beri
Tú sært hvør eg eri innast inni.

Tú vísir mær heimin í morgunroða
Opnar eygu míni
eg síggi tað stóra í øllum tí smáa
Í nærveru tíni.

Tá tú ert nær hvørvur mín ótti
Tøgnin larmar ei longur innan í mær
Eg samli meg saman petti fyri petti
Til einki er eftir brotið.




Oceń to opracowanie
anonim